Samlaða talið av fólki á leguni hesaferð liggur um tey 3800. Av teimum eru uml. 1600 vaksin, sum á ein ella annan hátt syrgja fyri, at legan gongur so væl, sum á nakran hátt møguligt. Her eru tænastur av øllum slagi. Onkur vaskar upp, onkur ger mat, onkur er lækni, onkur sjúkrarøktarfrøðingur, onkur er varðmaður, summi vaska WC, summi gera video og eg kundi hildið á næstan út í tað óendaliga. Av hesum vaksnu eru tað mong, sum hava børn við – børn í øllum aldri, og hesi skulu so eisini ansast.
Vit fóru ein túr framvið barnaansingini í dag, og har var sanniliga  lív í. Og eisini her hittu vit fleiri føroyingar, sum høvdu tikið hesa uppgávuna uppá seg. Ansingin er býtt upp í fýra. Vøggustovubørn eru í eini stovu fyri seg, barnagarðsbørn í eini stovu, tey sum eru uml. 7 – 9 í eini stovu, og so tey størstu fyri seg – hesi verða á Teenstreet kallað “In betweens”.
Tá vit komu inn til barnagarðsbørnini, tey sum eru millum 4 og 6 ár hoyrdu vit føroyskan sang undir einum borði. Vit hyggja undir borðið, og jú mín sann, har sita nakrar føroyskar gentur og syngja “Djúp og breið”. Inni hjá teimum 7 – 9 ára gomlu var ikki so nógv lív júst tá. Vit fingu at vita at dreingirnir vóru farnir útum at spæla fótbólt. Okkara ferð endar inni hjá “In betweens”. Her hitta vit Ragnar Joensen. Ragnar er millum annað kendur sum keyboardspælari í vágabólkinum Blátt gras. Hesa vikuna er hann saman við konuni pædagogur, og tað er nú als ikki so galið. Hann sigur fyri okkum, at hjá hesum aldursbólkinum líkist  legan nakað tí hjá tannáringunum. Tey hava eisini smáar bíbliutímar, har evni verða tikin ígjøgnum. Men har er eisini nógv spæl, og tey hava tað sera hugnaligt saman – og tað á sæst eisini aftur á myndini her! :)