FERÐ: Á eini frælsisferð

Skriva av Naemi Bätjer

Á fyrsta morgninum á TeenStreet, komu tey dansandi inn í møtihøllina, sum var tað besti dagurin í lívinum. Dagsins evni var "á Ferð"

“Vit eru boðin við á eina ótrúliga ferð saman við Guði,” greiddi Debs frá. Ferðin kann vera ræðandi av tí ókenda og vit kunna møguliga ikki stýra øllum sum fer at henda. Onkuntíð kennist tað sum ein "russjibani". "Men á hesi ferðini hava vit ein Gud sum stendur RIMMARFASTUR", minti hon tannáringarnar á.

Guð gevur okkum nógv lyfti við á ferðini. Josh deildi við spenningin nøkur av lyftunum frá Rómverjabrævinum 8:

“Einki kann skilja okkum frá Guds kærleika í Kristi Jesusi.” (vers 39)

“Um okkara Babba er við okkum, hvør kann tá vera ímóti okkum?” (vers 31)

“Gud arbeiður fyri okkara besta!” (vers 28)

Hetta er ikki ein ferð til eitt stað langt vekk. Tað er ein ferð saman við Jesusi. Tá vit brúka tíð saman við honum, suga vit hansara orð til okkara sum ein svampur. Soleiðis móttaka vit alt tað góða sum Gud hevur til okkum: Kærleika, vón, gleði, leking, troyst við meira. "Á ferðini vera vit broytt til tað hann hevur skapað okkum at vera," segði Debs, vísandi til 2. Korint 3,18. Ferðin er ein ferð út í frælsi.

“So er tað nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi, tí at lógin hjá Lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi, gjørt meg frían frá lógini hjá syndini og deyðanum." (Rómverjabrævið 8,1-2).

Ronald bjóðaði teimum ungu av, at ognast hetta frælsi. Hann greiddi frá hvussu tveir fangar, sum júst vóru komnir úr fongslinum í Houston, einans hugsaðu um fortíðina og um hvørjar avbjóðingar vóru fyri framman. Teir megnaðu ikki at fata at teir nú vóru frælsir!

Tá Leah skuldi taka støðu til hvønn skúla hon skuldi fara á, segði Gud við hana, at hon ikki skuldi fara á skúlan har hon helst ynskti at fara. Men tá hon hyggur aftur á støðuna, sær hon nú hvussu Gud gjørdi "nógv meira enn tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir tí kraft, sum virkar í okkum" (Efesus 3,20). Slagorðið hjá Lehu er tí "LD - Liv Dreymin!". Men hon livir Guds útgávu av dreyminum!

Hvussu sær frælsi út í tínum lívið???

Joseph (16, USA): “Fyri meg er frælsi at líta á og geva meg til Gud í øllum, tí tú veit at Guð svíkjur ikki. Hann hevur eina ætlan við tær, so tú ikki hevur fyri neyðini at stúra fyri nøkrum, tí Gud ynskir tað besta fyri teg"

Lisa-Sophie (15, Týskland): “Tað er eitt lív uttan ótta, vanda og at hava styrki at trúgva á Gud."

Emilie (16, Frakland): “Tað er eitt lív, har meiningin hjá øðrum ikki er týðandi, men tað sum hevur týdning er meiningin hjá Gudi og hvat hann vil við okkum. Tað er hann sum vegleiður okkum og hann fylgir ikki tíni meining ella meiningini hjá øðrum, men tí sum eg best fyri teg."

Hvat heldur tær frá hesum frælsinum?

Joseph (16, USA): “Hjá mær er tað nokk eitt slag av dovinskapi, tí eg veit eg kundi lisið í Bíbliuni, eg kundi biðið ella eg kundi lovsungið. Men eg velji tað ikki, tí eg vil sova og eg vil slappa av. Eg haldi tað er hetta sum hálar meg vekk."

Lisa-Sophie (15, Týskland): “Fólk sum ikki trúgva á Gud. Tey hugsa ikki tað eg hugsi, tí tey skilja ikki hvat eg trúgvi og heldur ikki hví tað er týðandi fyri meg at trúgva.”

Emilie (16, Frakland): “Dómurin frá øðrum fólkum. Tað er tað sum hálar meg vekk frá Gudi.”