Vælkomin á TeenStreet 2014 “OPIN”!

Tað gleðir okkum, at tit øll enduliga eru her, og at vit fara at uppliva alt tað, sum Gud hevur til okkum øll
Í ár, tá ið vit skrivaðu bíbliu andaktirnar fyri bólkarnar og fyri dagskránna, hava vit verið fylt við vónum - enn størri vón enn undanfarin ár. (Og tað sigur eitt sindur, tí hvørt ár ger Gud fantastisk ting á TS!)
So nógv undurfull ting eru OPIN fyri okkum at móttaka frá himli! FRIÐUR tá ið vit eru óttafull ella stúrin, GLEÐI tá vit eru kedd ella skuffað, FRÆLSI tá ið vit eru tyngd av byrðu ella afturhildin, SIGUR tá ið vit eru mótleys ella onga vón finna, VÓN tá ið vit kenna tað, sum eingin vegur er og GRØDING tá vit eru sjúk og langt niðri. Okkara Faðir hevur so ómetaliga nógv at geva Sínum børnum!
Hann hevur fylgt tær allar dagar í tínum lívi, og hann elskar at opinbera seg fyri tær, tá ið tú byrjar at søkja hann hesa vikuna, vel so at vera OPIN fyri øllum, Hann hevur fyri teg, knýt teg til Gud og vera OPIN fyri at koma at kenna tín bólk og tín leiðari, sum fer at vera saman við tær hesa vikuna.
Vit fara at uppmuntra teg, at gagnnýta tíð saman við bønartoyminum, og at njóta verkstovurnar og teir ymisku fyrilestrarnar, ítróttin, list verkstovurnar tú hevur møguleika at fara til. Far eisini við á outreach túrar, sum villja vera til stóra signing fyri býin. Njót av øllum tí, sum er gjørt klárt til tín á TS.
Okkara yndispartur av vikuni er altíð at møta nýggjum fólkum, biðja fyri tær og við tær, og at vit saman uppliva Guds ríki fylla jørðina.
Vit vita, at Heilagi Andin fer at arbeiða á ein fantastiskan hátt her, og vit síggja fram ímóti at hoyra tykkara fantastisku søgur.
Stórt klemm!
Josh and Debs